• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Vinnarar í handritakapping funnir

15.06.2017
Nú eru vinnnararnir funnir í handritakappingini, sum Nám skrivaði út í oktober í fjør

Á hátíðarløtu í Námi mikudagin 14. juni, kunngjørdi Nám vinnnararnar í handritakappingini, sum Nám skrivaði út í oktober í fjør. Ein virðisløn áljóðandi 50.000 verður latin fyri besta skúlabókahandrit til miðnám, og sama upphædd verður latin fyri besta skúlabókahandrit til fólkaskúlan.

Ein dómsnevnd mannað við fimm fólkum umboðandi Nám, miðnám og fólkaskúla hevur mett um tilfarið, sum er komið inn, og nú eru vinnararnir kunngjørdir. Besta handritið til fólkaskúlan eigur Marianna Skarðenni, sum hevur skrivað handrit til lærugreinina føroyskt í øðrum flokki, og besta handritið til miðnámi hevur Louise Restorff Jacobsen skrivað til lærugreinina vinnulívsrætt í miðnámi.

Tá freistin var farin tann 25. apríl í ár, vóru níggju handrit komin inn til kappingina, fimm til fólkaskúlan, trý til miðnám og eitt, sum er ætlað lærarum í bæði fólkaskúla og miðnámi.

- Vit løgdu hundrað túsund krónur á borðið, tí vit vildu troyta nýggjar leiðir og koma í samband við nýggjar møguligar lærubókahøvundar. Hóast handritini ikki vóru so mong, so eru tey sera áhugaverd, og vit fegnast serliga um vinnararnar, sum hava latið okkum væl hugsað og væl skrivað handrit, sum møta einum veruligum tørvi greiðir Regin Marnersson, stjóri í Námi, frá.

Dómsnevndin sigur m.a. soleiðis um vinnararnar:

Vinnandi handritið hjá Mariannu Skarðenni, sum er ætlað føroyskum í 2. flokki, fylgir námsætlanini og er væl skipað. Handritið byggir brúgv millum Súluna og súlutilfarið og ta frálæruna, sum Nem í triðja leggur upp til, men kann samstundis standa sjálvstøðugt. Handritið er ein bókaheild, ið fevnir um lærarabók, næmingabók og arbeiðsbøkur, umframt nettøkt tilfar. Tilfarið hóskar sera væl til lærugreinina, er væl umhugsað og neyðugt í støðugu endurnýggjanini av okkara móðurmálslærugrein.

Louise Restorff Jacobsen hevur skrivað handrit til lærugreinina vinnulívsrættur á C-stigi í miðnámi. Eingin føroysk lærubók er til hesa lærugreinina frammanundan, og samstundis liggur fakið rættiliga frammarlaga í útgávuskránni hjá Námi. Handritið er ein grundbók, ið fylgir námsætlanini í einari breytalærugrein á miðnámi. Handritið er væl skrivað, og málsligi og námsfrøðiligi búnin hóska væl til miðnám. Høvundurin hevur hugsað um at hava bæði filmsbrot og venjingaruppgávur knýttar at. Hetta hóskar væl til sBóka-skipanina, sum er høvuðsútgávumiðilin til miðnám.

Visjónin hjá Námi er, at allar lærugreinir í fólkaskúlanum og allar kravdar lærugreinir á B og C stigi á miðnámi skulu hava eina føroyskt mælta grundbók, ið ikki er eldri enn 10 ár, og at lærugreinir á A, B og C stigi, sum nógvir næmingar velja, eisini eiga at hava føroyskt mælt undirvísingartilfar.

 

 

|
Atknýtt tíðindi
Virðislønarhandan í Námi
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017