
Útgávuár: 2008
ISBN: 978-99918-2-001-9
Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini. Triðja bókin, ið hevur støði í heimligum umhvørvi, skal læra næmingin nýggj orð og hjálpa honum at automatisera lesingina.
Í bókini Hervør og Høgni í triðja er dátufløga við upplestri og sangum. Til bókina hoyra tvær arbeiðsbøkur, faldari til foreldrini og talgild læraravegleiðing, sum verður á netinum.

Myndastílur har næmingarnir kunnu seta myndirnar - úr teknirøðini 'Flugan og eiturkoppurin' í Hervør og Høgni í triðja - í tí raðfylgju tey sjálvi vilja, og síðan skriva stuttan tekst undir.
Stílurin kann goymast á telduni og skrivast út við yvirskrift og navni á tí ið hevur skrivað.

16 myndir úr teknirøðini 'Flugan og eiturkoppurin' í bókini Hervør og Høgni í triðja.
Lærarar og næmingar kunnu nýta tekninigarnar í egnum tilfari.