SNAR.fo

Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er fyrsta - ymiskt eyka

Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er fyrsta - ymiskt eyka

Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er fyrsta bókaheildin í røðini um Hervør og Høgna.
Bókin er ætlað sum grundbók í lesing fyrsta skúlaárið og er í tveimum pørtum, ein ljóðpartur og ein tekstpartur. Hon umrøður gerandisdagin hjá tvíburununum heima og í skúlanum. Til bókaheildina hoyrir: Ljóðbussurin (plakat), mynd og ljóð – stavraðið (plakat), bókstavaørk, næmingabók, arbeiðsbók 1, arbeiðsbók 2 og lærarabók. Til bókina er lærara- og foreldravegleiðing, har víst verður til ískoytistilfar og kjakevni. Bókin er lisin inn á fløgu, sum fylgir við bókini.

Viðkomandi bøkur

Viðkomandi fílur

Her eru... - flash spæl
Her eru... - flash spæl

Samvirkin uppgáva har næmingarnir skulu knýta mynd og tekst saman. Myndirnar skullu setast inn á reyðu orðini í tekstinum.

 

Tekstur og myndir eru úr Hervør og Høgni í skúla.

Brot úr Ævintýrferðini
Tilfar

Upptøka av Ævintýrferðini á ólavsøku 2010. Raclip gjørdi upptøkuna.

Viðkomandi síður

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo