• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Alduviðurskiftini við Føroyar

Bárður A. Niclassen, havfrøðingur á Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum (31-10-2007).

 

Samanrenningin av aldu uttan av havi, vindi og sjóvarfalsstreymi kunnu elva til sera fløkt alduviðurskifti kring Føroyar. Tað er kent frá gamlari tíð at summi øki kunnu verða sera vandamikil hjá smærri førum, tá tað rekur upp í ættina.

Ì dag gera teldu-modellir tað møguligt at spáa ikki bert um veður og vind, men eisini um aldu og streym.

Náttúruvísindadeildin hevur, stuðla av Statoil-bólkinum, staðið fyri eini verkætlan har kannað varð í hvønn mun eitt tílíkt aldumodel er ført fyri at endurskapa alduviðurskiftini við Føroyar.

Ì hesum fyrilestrinum verða m.a. hesar kanningar lýstar. Eitt nú er funnið at sjóarfallstreymur má takast við í útrokningarnar, um aldu forsøgnin fyri tær innaru leiðirnar skal verða álítandi. Høvuðs niðurstøðan frá kanningunum er, at eitt aldumodell, ið tekur hædd fyri sjóarfallsstreymi, er tøkt fyri Føroyaøkið, og alduvánir kunnu gerast fyri innaru økini um vilji er til tess.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017