• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Føroyabanki – eitt vakstrarparadís hjá fiski

Eyðfinn Magnussen, Adjunktur. Fróðskaparsetur Føroya (25-04-2007)

Eitt paradís er eyðkent av, at har er gott at vera. At umstøðurnar eru góðar, nógv er at eta, og at tú hevur tað gott. Føroyabanki er eitt tílíkt øki. Longu í 1943 vísti danski fiskifrøðingurin Åge Vedel Tåning á, at toskurin á Føroyabanka vaks nógv skjótari enn á havleiðunum í nánd av okkum. Men er hesin skjóti vøksturin eitt sereyðkenni fyri toskin, ella er hetta galdandi fyri allan fisk, sum finnast á bankanum? Er Føroyabanki veruliga eitt vakstrarparadís hjá fiski?

Hetta fært tú meiri at vita um í sjónvarpsfyrilestrinum hjá Eyðfinni Magnussen. Fyrilesturin kann eisini takast niður, sum pdf.

Tilfarið er væl egnað, sum íblastur og kunning til læraran og til hægri undirvísing.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017