• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Føroyskar barnabókmentir hundrað ár

Turið Sigurðardóttir, Fróðskaparsetur Føroya (FMD) (2007):

 

Fyrilesturin leggur fyri við at greiða frá byrjanini til føroyskar barnabókmentir, umboðað av fyrsta barnablaðnum, Ungu Føroyum, 1907, lesibókum Evensens 1906 og 1907, fyrstu skaldsøguni fyri børn, sum eisini var fyrsta týdda skaldsøga á føroyskum, Robinson Kruso, 1914, og fyrsta yrkingasavninum fyri børn, Barnarímum Hans Andrias Djurhuusar 1915. Harnæst verður lopið fram til 1940-árini, tá ið nýbrot hendi í norðurlendskum barnabókmentum, í Føroyum umboðað av fyrstu føroysku bók, ið viðvíkjandi sniðgeving og myndum var fullfíggjað barnabók, Í skýmingini, 1948, eftir Sofíu Petersen og Elinborg Lützen. At enda verða nakrar nýggjar føroyskar myndabøkur og barnabøkur við myndum viðgjørdar. Tikið verður stutt saman um gongdina seinastu øldina.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017