Malan Marnersdóttir, Professari í bókmentafrøði, Ph.D. og Dr. Phil. Fróðskaparsetur Føroya (04-04-2007)
Fyrilesturin lýsir kvæði, sum konur kvóðu fyri kvæðainnsavnarum í 19. øld. Talan er um kvæði hjá tveimum vágskonum, Biritu á Mýri og Onnu Sofíu á Skála. Tey eru um harðskap, reyp og roysni hjá monnum og viðurskifti í sambandi við trúloving og giftu í Margretu kvæði, Mirmants kvæði, Brúnsveins vísu, Riddarin Klæmint o.fl.