• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Sjóvarfall á teldu

Knud Simonsen, lektari í havfrøði, Náttúruvísindadeildin á

Fróðskaparsetrinum (24-10-2007)

Holl vitan um sjóvarfalsrák var ein lívstreyt, aðrenn motorarnir komu og førini bert høvdu árar og segl. Talið av smábátum hevur ivaleyst ongunatíð verið so stórt sum nú, og hóast stórar motorar, so er vitan um streymviðurskiftini framvegis ein týðandi partur av vanligum sjóviti. Eisini eru vinnur komnar ella vónandi koma, har holl vitan um streymviðurskiftini kann verða við til at gera hesar vinnur enn meira bæði umhvørvisliga og fíggjarliga burðardyggar.

Í dag hava nærum øll eina teldu, og tað er næstan sjálvsagt, at kunning um sjóvarfalli kann heintast hagani óansæð hvar ein er staddur. Í fyrilestrinum verður stutt greitt frá einum hátti at leggja sjóvarfallið á føroyska landgrunninum inn á teldu. Neyv botndýpi er ein týðandi fyritreyt, og greitt verður frá arbeiði við at gera nýggj teldutøk botnkort til endamálið. At enda verða nøkur telduroknaði boð uppá rákið millum oyggjarnar og slóðir hjá lutum, ið reka á sjónum, víst.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017