• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Undirvísingargongd til 'Søgan um ríkisfelagsskapin'

Uppgávur og vegleiðingar eru í Word. Øll kunnu rætta og tillaga uppgávurnar til egna undirvísing.

Bygnaðurin í uppgávunum er er soleiðis, at partarnir í sendirøðini eru skipaðir í tveir blokkar. Á tann hátt kann sama uppgávubygging ganga aftur tvær ella fleiri ferðir. Ein uppgáva er til hvønn part av “Søgan um ríkisfelagsskapin”, og innihaldið og námsfrøðiliga ætlanin í uppgávunum er ymisk. Uppgávurnar til hvønn part hava innbygdan stigvøkstur. Í uppgávunum eru eisini tíðarmerkingar til tey viðkomandi brotini í pørtunum av heimildarrøðini.

Ætlanin er, at næmingarnir arbeiða við uppgávunum í uml. 45 min. Saman við lærarastýrdum inngangi til arbeiði í plenum, við steðgi og samanumtøku, kann ein uppgáva loysast uppá uml. 90 min.

Uppbýtið í blokkar, hevur við sær, at lærarin kann velja at lata næmingarnar arbeiða við øllum seks pørtunum, við einum blokki – parti 1-3 ella 4-6, ella lærarin velur bara at arbeiða við ávísum pørtum, ella við brotum úr pørtum. Uppgávurnar eru bæði til bólkaarbeiði og til einstaka næmingin at loysa.

Uppgávurnar eru ætlaðar:

Søguundirvísingini á miðnámi.

LæraravegleiðingTak niður...
Uppgáva til 1. partTak niður...
Uppgáva til 2. partTak niður...
Uppgáva til 3. partTak niður...
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017