• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Slóðir

Havstovan

Havstovan hevur til endamáls at gera kanningar av føroyskum havumhvørvi og tí livandi tilfeingi, har er, og at ráðgeva og kunna landsins myndugleikum og almenningi um hesi viðurskifti. Á hvørjum ári skal hon lata Føroya Landsstýri upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum á føroysku landleiðunum og á sjóleiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar, sum føroysk fiskifør gagnnýta, og skal gera vísindaligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Fyri at røkka hesum setningi ger Havstovan á hvørjum ári fiskirannsóknir við egnum ("Magnus Heinason") og leigaðum skipum, og harumframt kanningar av veiðuni hjá fiskiskipum.

Á heimasíðuni er nógv áhugavert tilfar, sum ikki beinleiðis er ætlað undirvísing, men er góð kunning hjá læraranum.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017