• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Slóðir

Sjá, tú blánar - Dokumentarfilmur

Dokumentarfilmur frá Kringvarpi Føroya um Merkið.

Rætturin til egið flagg hjá Føroyum er ikki komin av sær sjálvum. Tað vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn, við Jens Olivur Lisberg á odda, ið tóku stig til flaggið. Føroyingar fingu beinanvegin tokka til studentaflaggið, og brátt varð veittrað við tí á fólkafundum í Føroyum. Men tað er ikki fyrr enn skipini fara at sigla við tí, at stríð tekur seg upp við donsku myndugleikarnar. Tað kemur til skarpskeringar Føroyar og Danmarkar ímillum eftir flaggøluna á Tingvøllum í Íslandi í 1930 og ikki minni á Ólavsøku sama ár. Tá ið seinni heimsbardagi brestur á, og bretar herseta Føroyar, er flaggspurningurin vorðin brennandi heitur.

Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen.  

Lærugrein: Søga og samtíð

Fakligt tilfar til læraran

Evnið: tjóðskapur, politiskt stríð, seinni heimsbardagi

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017