• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Slóðir

Sólareygu - filmur um barnagarðar

Hvat gera børnini, tá ið tey eru í barnagarði? Hvat takast tey við í stovninum? Hvat hendir uttanfyri - á spæliplássinum og á útferð? Hvat leggja lámsfrøðingarnir dent á í samstarvinum við børn og foreldur? Hvat halda foreldur um tað, at børn teirra eru í barnagarði?

Hesir og aðrir spurningar verða lýstir í filminum SÓLAREYGU, ið Føroya Skúlabókagrunnur gjørdi í samstarvi við barnagarðarnar í Føroyum.

Við filminum fylgir eitt hefti, sum greiðir frá, hví vit hava fingið barnagarðarnar, og eisini nemur við spurningin um, hvønn týdning barnagarðar og vøggustovur kunnu hava.

Filmurin er um tað, sum hendir í einum barnagarði, og er ætlaður sum almenn upplýsing um barnagarðin. Hann ervæl nýtiligur til t.d. foreldrafundir á dagstovninum og til undirvísingarbrúk í HF og studentaskúla umframt sjálvandi í námsfrøðinga- og læraraútbúgvingini. Til undirvísing eru gjørd uppskot til undirvísingargongdir og somuleiðis uppskot til skipan av orðaskifti á dagstovnum um uppaling.

Filmurin er 46 min. langur.

Til lærarar, námsfræðingar eins og viðkomandi lesndi og foreldur.

Evni: Børn og barnagarðar

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017