
Bjørk Tróndheim, næmingur í Skúlanum á Argjahamri, eftirlýsir kreativitet og listfrøði í framhaldsdeildini.
“Vit fáa at vita at hetta er rætt, og at hatta er skeivt, at okkurt skal gerast so og so. Alt verður eitt sindur svart og hvítt. Hvussu skulu vit næmingar tora betur at gera feilir, tá alt skal vera rætt?” spyr 15 ára gamla skúlagentan í lesarabrævi.
Hetta er áhugavert kjakupplegg bæði fyri tey, sum skipa skúlan, tey sum undirvísa og tænastuveitarar sum Nám.
Skeiðseftirmetingar hjá Námi vísa, at lærarar eru serliga væl nøgdir við møguleikan at sleppa á skapandi skeið hjá Námi, bæði tey skeið, ið eru beinleiðis knýtt at handaligum lærugreinum og skeið, sum geva íblástur til, hvussu næmingar kunnu vera skapandi í vanligum lærugreinum. Til dømis hava Súluskeiðini fingið rós fyri hetta.
Nám skipar fyri skeiðum fyri lærarar, men næmingar sleppa eisini á kreativ skeið. Verkætlanin, Listaleypurin, gevur føroyskum næmingum møguleika at sleppa á skeið hjá yrkislistafólki. Hesa vikuna hava næmingar í Hósvík, Runavík, á Toftum og á Argjum havt Poetry Slam. Lasse Thorning, yrkjari og poetryslammari, og Kjartan Hansen, sjónleikari og føroyameistari í Poetry Slam í 2010, hava lært næmingar at yrkja og framføra yrkingar á nýggjan hátt.
“Øll hava sín stíl, og tað er tað feita, og tað skulu tit dyrka. Her er einki rætt ella skeivt. Tað skeiva er tað rætta”, segði Kjartan Hansen í uppleggi til 9.-floksnæmingar í Runavíkar Skúla. Hann og Lasse framførdu hvør sína yrking, har orð, rødd og kropsmál gingu upp í eina hægri eind, og síðani settu teir næmingarnar til sjálvar at finna orð. Lasse Thorning, sum er vanur at hava líknandi skeið fyri donskum næmingum, sigur, at føroysku næmingarnir eru smædnari, teir byrja eitt sindur varliga, men áðrenn skeiðið er liðugt, hava teir framført egin verk.
Lærarar, sum hava hug at fáa íblástur til kreativari skúlatímar, kunnu eisini læna bøkur frá Námi. Í handbókasavninum eru millum aðrar hesar bøkur:
Fornyelsens kunst : at skabe kreativitet i skolen / Lene Tanggaard, 2010
Sed vitae : om at så en tanke - i stedet for altid at omplante viden / Mogens Christensen, 2010
Innovation i undervisningen /red. Lasse Skånstrøm, 2009
Når klokken ringer ud : opgør med industrisamfundets skole, 2009
Kreativitet for alle / Geir Kaufmann, 2008
Positiv psykologi - positiv pædagogik, 2008 Tæt på - genrer og sprog, 2009
Lyden af dig selv : digt i dansk, 2002
Mynd: Lasse Thorning og Kjartan Hansen saman við næmingum í Skúlanum við Løkin.