SNAR.fo

At skapa tekstir

31.01.2012
- myndir vinna á skriving.

Um vikuskiftið lat felagið Føroysk Miðlafólk heiðurslønir fyri avrik hjá okkara journalistum og miðlafólki. Greitt er at ein nýggjur førleiki blómar, tá umræður myndir og film í føroyskum miðlum.

Meðan myndamálið í Degi og Viku og øðrum føroyskum miðlatilfari varð hálovað, segði dómsnevndini soleiðis um skrivligu avrikini:

“Í dómsnevndararbeiðnum hava vit meir enn einaferð sannað, at ikki er hjúklað nóg mikið um tað reint skrivliga arbeiðið. Ov nógvir skrivifeilir bøta ikki um trúvirði, heldur ikki á føroyskum.”

Nám eigur sín leiklut í menningini av skriviførleikanum hjá føroyskum næmingum. Grundbøkurnar í føroyskum – Hervør og Høgni til byrjarnardeild og Les bókarøðin til framhaldsdeild – leggja eisini upp til at menna samskiftandi førleikan hjá næmingunum.

Næmingar skulu ikki einans læra at forbrúka tekstir, men eisini at skapa tekstir. Í løtuni verður nýtt  tilfar til føroyskt miðnám fyrireikað, og ritstjórin, Dorit Hansen, vónar, at tað eisini í nóg stóran mun fer at taka atlit til, at næmingar skulu læra bæði at skriva og lesa.

- Nýggja námsætlanin í føroyskum leggur dent á førleikan  at duga at samskifta bæði munnligt og skrivligt. Eftir fyrsta ár á miðnámi er kravið til dømis, at næmingarnir “duga at orða seg málsliga rætt, greitt og fjølbroytt í mun til samskiftisstøðuna”, at teir duga “at nýta ymiskar samskiftishættir” og “nýta viðkomandi og sakliga próvgrundir”. Harumframt skulu teir ikki einans duga at greina og tulka, men eisini sjálvir duga at “skriva ymiska fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg”.

Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen hava sett eitt tekstasavn saman til C-støði, men ætlanin er ikki, at hetta tekstasavnið skal standa einsamalt í nýggjari útgávu til føroyskt miðnám.

- Vit hava kannað nýtt undirvísingartilfar hjá norskum, svenskum, donskum og íslendskum forløgum, og øll  hesi hava skapandi partin sum ein nátúrligan part av ástøðini í móðurmálsundirvísingini í miðnámi. Vit kanna tí møguleikarnar at týða  útlendskt ástøði at seta saman við føroyska tilfarinum, ástøði sum millum annað leggur dent á at skriva tilvitað og málrættað.

Mynd: Á mydini sæst Rógvi Rasmussen, sum er næmingur í Sjónvarpinum. Hann fekk virðisløn fyri besta innslag í Degi og Viku, men var í trimum førum skotin upp á fáa heiðursløn fyri framúr avrik í undanfarna ári.

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo