SNAR.fo

Besta skúlabókin 2011

14.10.2011
Norskur undirvísingarportalur vann gull í Frankfurt.

Millum bestu skúlabøkur í Evropa er ein talgild, sum er uttan pappír og bara til á netinum.

Læruumhvørvið, sum Norsk Gyldendal stendur fyri, kallast Salaby. Talgilda umhvørvið fevnir um allar lærugreinar í byrjanarundirvísingini. Í Noregi hevur móttøkan verið góð, og flestu næmingar í yngstu skúlaflokkunum kenna og brúka Salaby.

Tað er European Educational Publishers Group (EEPG), sum á hvørjum árið letur virðislønina á bókamessuni í Frankfurt. Virðislønirnar vera skiftar í fleiri bólkar. Fyrstu virðislønir vóru lætnar í 2009. Í dag eru 21 skúlabókaforløg í 21 londum limir í EEPG, sum varð sett á stovn í 1991.

Við í kappingini í ár vóru 41 skúlabøkur úr 18 evropeiskum londum.

“Vegna Føroyar skulu tit vera vælkomin at gerast limir í evropeiska samstarvinum sum egið land og skjóta upp nýggjar skúlabøkur, sum tit halda vera virðislønarverdar,” sigur danski Preben Späth, sum er formaður í felagsskapinum.

Á myndini fær Ulv Petersen, til vinstru, ritstjóri hjá Norsk Gyldendal, virðislønina fyri bestu evropeisku talgildu skúlabókina, on line undirvísingarumhvørvið Salaby, frá hessiska mentamálaráðharranum á bókamessuni í Frankfurt.

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo