SNAR.fo

Børn mugu læra blindskrift

20.01.2012
Teldan sum skriviamboð.

Teldan er ein heilt nátúrligur partur av gerandisdegnum hjá næmingum í dag. Børn brúka telduna til spæl, samskifti og læring, og tey duga at brúka teldurnar. Tey eru innføddir talgildir brúkarar og eru von at seta seg inn í nýggjar tøkniligar møguleikar.   

Tá teldan hevur ein so stóran leiklut, hevur telduskriftin sjálvandi týdning. Børn skulu læra handskrift, men tey hava eisini tørv á at læra at skriva skjótt á teldu. Magnus Tausen, stjóri á Námi, heldur, at lærarar, skúlar og Nám sum tænastustovnur mugu taka støði í hesum veruleika.

- Blindskriftin er ikki eins høgt raðfest og handskriftin. Hetta er neyðugt at seta á dagsskrá, tí skúlin, Nám og øll onnur, ið virka á undirvísingarpallinum, mugu ganga undan. Kenna børnini seg flutt aftur í tíð, tá ið tað ræður um skúla, hava vit ein stóran trupulleika, og eg eri bangin fyri, at tað er júst so, tað er.   

Í 2008 gav Skúlabókagrunnurin út fløguna 10-fingrar, sum Hallgerð Arge Hansen hevur lagað til føroyskt. Forritið kann brúkast í forskúla, byrjanarundirvísing og til serundirvísing. Børnini læra blindskrift, og forritið styrkir eisini lesi- og skriviførleikan.

Men forritið er ikki nógv selt. Meðan 1.700 eintøk av uppafturprentaðu bókunum “Betri handskrift” vóru seld í fjør, vóru bara fimm eintøk av Tíggju-fingra fløguni seld sama tíðarskeið, og samanlagt eru bara 153 fløgur seldar hesi fýra árini.

Tað eru eisini onnur amboð, sum lærarar kunnu nýta at læra børn blindskrift. Undirvísingarportalurin, Snar, hevur leinkir til ymisk læruspøl og læruforrit. Eitt av hesum er donsk heimasíða við talgildum skriviborðsvenjingum. Knappaborðið er sjálvandi danskt, men venjingarnar eru góðar at venja grundleggjandi blindskrift.   

Snar er ætlaður sum eitt stað, har øll í føroysku skúlaskipanini kunnu deila vitan, hugskot og amboð. Í Námi vilja vit fegin gera okkara, so vit kunnu styrkja blindskriftina. Hevur tú okkurt gott undirvísingaramboð til blindskrift, sum kundi verið øðrum at gagni, vilja vit fegin frætta og leggja út á Snar. 

Forritið Tíggju fingrar

Donsk heimasíða við blindskrift venjingum

|
Atknýtt tíðindi
Handskriftin er góð
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo