
- Hetta átakið hjá Mentamálaráðnum er nógv vert í okkara undirvísing.
Soleiðis skriva lærarar í Skúlanum á Argjahamri á heimasíðu teirra um verkætlanina í fakligari lesing, sum allir føroyskir lærarar eru við í.
Í heyst vóru fleiri hundrað lærarar á skeiði hjá Lisbeth Hoff, sum Nám skipar fyri, um at styrkja lesiførleikan hjá næmingum í øllum lærugreinum. Verkætlanin er í trimum pørtum. Eftir innleiðsluskeiðið var eitt royndartíðarskeið, har lærararnir skuldu samstarva um at varpa ljós á tekstlesing í undirvísingini. Og nú hava nakrir skúlar so verið á triðja og seinasta partinum.
Triði partur er ein eftirmeting av royndartíðini umframt kunning um, hvussu lærarar kunnu halda fram at samstarva um lesifatanina. Verkætlanin hevur varpað ljós á, hvussu og hvussu lætt lærarar kunnu styrkja lesifatanina hjá næmingunum, og serligur dentur hevur verið lagdur á týdningin av, at lærarar lyfta í felag til gagns fyri úrtøkuna hjá næmingunum í øllum lærugreinum.
Lærarar hava latið væl at fyrru helvt av verkætlanini. Skeiðsluttakarar hava givið góðar eftirmetingar, skúlastjóri og lærari hava róst Lisbeth Hoff, og nú tá seinasti parturin er farin av bakkastokki, halda jaligu eftirmeldingarnar fram. Sambært eftirmetingunum hava lærarar verið sera glaðir fyri at kunna tosa um tað, sum teir sjálvir hava gjørt í skúlanum í royndartíðarskeiðnum ímillum fyrra og seinna skeiðspart og fáa góð hugskot frá starvsfeløgum.
Heimasíðan hjá Skúlanum á Argjahamri hevur tíðindastubba um seinasta skeiðsumfarið á skúlanum. Skúlafólk frá ymiskum skúlum vóru savnað á Argjahamri, og sambært heimasíðuni var dagurin væl eydnaður:
- At lesa ein tekst er nakað heilt annað, enn at skilja ein tekst. Og hetta er rættiliga áhugavert. Nógvir undirvísarar duga at gera tekstin greiðan og til at skilja, men her er talan um at vera vitandi um tað, ein ger: At borðreiða ein tekst og at duga at seta røttu spurningarnar til røttu næmingarnar, so øll kunnu fáa avbjóðingar eftir førimuni, greiðir heimasíðan hjá Skúlanum á Argjahamri millum annað frá.