
Fyri ólavsøku hava tær tríggjar Katrin Christophersen úr Vestmanna, 22, Bryndis Hjartardóttir úr Kirkjubø, 21, og Barbara í Stórustovu úr Havn, 21, sett sær fyri at vitja allar bygdir og býir í landinum.
- Vit tóku studentspogv í 2009, og nú vildu vit gera okkurt kul og funnu uppá at ferðast í egnum landi, siga tær í samrøðu við Nám, beint komnar úr Trøllhøvda.
Tær brúka føroyska partin í Heimsatlasinum frá 1993 at ferðast eftir. Har ber til at síggja Føroyar í stødd 1:100 000.
- Fyrsti túrur var vestur í Vágar 13. mai, og higartil hava vit nátt 81 bygdir. Vit taka mynd av øllum teimum gulu skeltunum hjá Landsverki. Men við Kollafjørð, Skálafjørð og aðrastaðni mugu vit brúka atlasið at finna fram til øll nøvnini, har summi eru á bláum skeltum, sum t.d. Søltuvík í Sandoynni. 110 bygdir hava vit talt okkum fram til, men hetta talið endurskoða vit alla tíðina, so vit náa øll, siga tær tríggjar, sum mangla Suðuroy, nøkur støð í Norðoyggjum og so Vestmanna.
- Vit hava lært, at allar bygdir hava eina Kirkjugøtu og ein Skúlaveg, men meðan summar bygdir eru hugnaligar og vit saktans kundu búð har, til dømis í Gásadali, so eru aðrar bygdir bara ein long strípa av býlingum, sum ikki eru so sjarmerandi. Ánirnar høvdi vit ikki hoyrt um fyrr og vórðu bilsnar av at síggja so smartar íbúðir, sum har eru.
- Hetta er ein fantastiskur máti at læra seg landalæru sæð í mun skúlaárini. Atlasið hevur verið hent, so vit kunnu seta ein kross við hvørja bygd, vit hava vitjað. Men eisini tá vit ganga í fjøllunum og eftir gøtunum, so síggja vit hæddirnar og leiðirnar, siga tær tríggjar kring atlasið og gera greitt, at nógv fæst burturúr at ferðast í Føroyum við atlasinum.