
Fyri tann, ið skal læra virkisbúskap, eru Roknskaparfrøði og Fíggjarstýring hentar bøkur, sum stuðla væl hvør aðra.
Ein reyður tráður í báðum bókum eru fotomyndirnar hjá Suffíu við Stein, sum vísa tøl, tikin av nummarspjøldrum, húsaveggjum, kirkjum, bátum og ferðslutalvum.
Virkisbúskapur á hægsta stigi
Fíggjarstýring er ætlað næmingum, sum lesa virkisbúskap á hægsta miðnámsstigi á hægri handilsskúla. Bókin er hent hjá teimum, sum fara undir hægri lesnað í búskapi. Eisini er bókin hent hjá teimum, sum fáast við fíggjarstýring á virkjum og stovnum. Innihaldið er íløgur og fígging, fíggjarlig greining og fíggjarætling.
Í formælinum sigur høvundurin Olav Absalonsen soleiðis:
“Henda bók er ætlað næmingum, sum taka roknskap ella virkisbúskap á A-stigi á Føroya Handilsskúla. Tríggir teir fyrstu kapitlarnir kunnu takast sum ein heild, ið snýr seg um íløgur og fígging. Hinir tríggir verða settir í sambandi við tey evni, sum næmingarnir arbeiða við í viðkomandi læru-grein. Eftir hvønn kapittul eru uppgávur, sum eru so mikið nógvar í tali, at tað skal vera møguligt at velja egnaðar uppgávur burturúr at loysa.
Bókin er skrivað við tí í huga, at lesarin hevur eina grundvitan innan rokn-skap og búskap, sum svarar til Virkisbúskap á B-stigi, og innan rentu-rokning, sum svarar til Støddfrøði á C-stigi. Eisini er tilfarið skrivað so-leiðis, at lesar-in skal seta fíggjarstýringina í samband við onnur evni í somu læru-grein og í øðrum lærugreinum, soleiðis at hann fær betri heildarfatan av vinnubúskapi. Tann einstaki næmingurin eigur sjálvur at seta nýggja vitan í sambandi við gamla vitan á hesum fakøki, soleiðis at hann ger sær sína egnu fatan av heildini.”
Roknskaparlig grundvitan
Roknskaparfrøði er ætlað næmingum, ið lesa virkisbúskap á Føroya Handilsskúla. Bókin er hent hjá teimum, sum lesa HD ella annan framhaldslesnað. Eisini er bókin hent hjá grannskoðarum, roknskaparleiðarum og øllum teimum, sum fáast við roknskap.
Í formælinum sigur høvundurin Finn Jensen soleiðis:
“Henda bók er ætlað næmingum, sum taka virkisbúskap á Føroya Handils-skúla. Teir fyrru kapitlarnir eru skrivaðir í samsvari við galdandi undirvísingarætlan. Restin av bókini kann nýtast sum íblástur og kunnandi tilfar, men seinastu kapitlarnir eru eisini væl nýtiligir til valfría evnið í sambandi við lærugreinirnar á A-stigi. Bókin er skrivað við tí í huga, at lesarin hevur eina grundvitan í rokn-skapi og búskapi, sum svarar til virkisbúskap á B-stigi. Eisini átti bókin at verið hent hjá teimum, sum dagliga starvast við roknskapi. Eitt nú grannskoðarar, roknskaparleiðarar og onnur, sum fáast við roknskap.”
Vasti og Estra
Í báðum førum hevur Vasti umbrotið og gjørt permu og myndir, og Estra hevur havt prentumsitingina um hendi. Fíggjarstýring telur 214 blaðsíður og kostar 298 krónur. Roknskaparfrøði telur 185 blaðsíður og kostar somuleiðis 298 krónur.
Um høvundarnar
Olav Absalonsen hevur útbúgving sum HA, HD og MA. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir í fíggjarstýring og undirvísingarroyndir í búskapi á Fróðskaparsetri Føroya og á Føroya Handilsskúla.
Finn Jensen hevur lokið grannskoðaraútbúgvingina, Cand.Merc.Aud, umframt námsfrøðiliga útbúgving at undirvísa á miðnámi og hægri lærustovni. Høvundurin hevur síðan 1998 verið í starvi á Føroya Handilsskúla, har hann undirvísir í virkisbúskapi á hægri handilsskúla. Í sambandi við HD undirvísing í skúlanum er hann eksternur lektari fyri Handilsháskúlan og lærda Háskúlan í Århus.
Mynd: Høvundarnir Olav Absalonsen og Finn Jensen við bókunum “Fíggjarstýring” og “Roknskaparfrøði”, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út. Bøkurnar eru ætlaðar at brúka á deildunum hjá Føroya Handilsskúla, sum eru í Havn og á Kambsdali
Mynd og tekstur: Birgir Kruse
Lagt út: Rói Joensen