
Føroya Kulasti Rørsludagur verður í miðbýnum í Havn, mikudagin 9. juni frá kl. 13.00 – 15.00.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at seta dagin. Eftir setanina fara lærarskúlanæmingar at skipa fyri upphiting, sum verður soleiðis, at øll kunnu luttaka, eisini tey, ið hvørki kunnu ”krúpa ella ganga”.
Aftaná upphiting og undirhald - umleið kl. 14.00 - verður runnið, gingið ella koyrt í koyristóli frá Gamla Apoteki og oman til rundkoyringinga í Havnagøtu. Fyri hetta tiltakið fáa luttakararnir eitt próvskjal.
Møguleiki verður eisini at keypa pylsur, sunkist o.a. Tiltakið er lagt soleiðis til rættis, at fólk úr Suðuroynni kunnu vera við, uttan at noyðast upp á hálvari nátt.
Øll eru hjartaliga vælkomin til Føroya kulasta Rørsludag.
Tíðindaskriv frá Javna 7. juni 2010