SNAR.fo

Fyrilestur og kjak um fimleik

16.11.2009
Í sambandi við 100 ára føðingardag felagsins, skipar Havnar Fimleikafelag týskvøldið kl. 19.00 fyri fyrilestri og kjaki undir heitinum "Fimleik sum lívsstíl". Tiltakið verður Müllers Pakkhúsið í Havn.

Av heimasíðu Havnar Fimleikafelags

Í samband við at Havnar Fimleikafelag hátíðarheldur 100 ára stovningardagin verður skipað fyri einum áhugaverdum tiltakið í Müllers Pakkhúsið týskvøldið 17. november kl. 19. nov. Tiltakið hevur fingið heitið “Fimleik sum lívsstíl”.

Tiltakið verður skipað sum fyrilestrar og kjak. Tiltakið er alment og ókeypis og øll áhugaði eru vælkomin at luttaka í kjakinum.

Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi, Helle Drews, fysioterapeutur, Magni Mohr, ítróttargransskari, Bergur Godtfred, lærari og bachelor í psykologi og Erika Hayfield, granskari fara at umrøða og kjakast um fimleik sum lívsstíl.

Tey fara millum annað at umrøða hesi evni:
•    Hvønn sosialan týdning hevur fimleikur?
•    Grundvenjing og motoriskur útviklingur
•    Er fimleikurin burtur úr skúlunum?
•    Hvønn týdning hevur fysiskur aktivitetur fyri innlæringina?
•    Fyrimyndir, kropsburður og samleiki.
•    Hvat er unikt við fimleiki?

Orðstýrari verður Óluva Zachariassen

Øll eru hjartaliga vælkomin:-)

Mynd: Flickr - pynomoscato

Lagt út: Rói Joensen

 

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo