SNAR.fo

Grundbók í arbeiðs- og venjingarfysiologi

19.10.2011
Ítróttalærararnir Svanna Hanusardóttir og Magni Mohr skriva lærubók.

Stór nýggj ítróttalærubók, ið telur um 250 blaðsíður, er ávegis. Høvundarnir, Svanna Hanusardóttir og Magni Mohr, eru royndir lærarar á miðnámi og venjarar í ítrótti, serliga hondbólti og fótbólti.

Bókin er fyrst og fremst ætlað valítróttaundirvísingini í miðnámi, men partar eru eisini væl egnaðir sum undirvísingartilfar í lívfrøði á miðnámsstigi, í ítróttaundirvísingini í læraraskúlanum og í venjaraskeiðum í føroyska ítróttaheiminum. Møguliga kunnu partar eisini verða nýttir í fysiologiundirvísing í sjúkrarøktarfrøði.

Bókin fevnir um væl meiri enn pensum í ítrótti í miðnámsútbúgvingum, men hetta er, fyri at fleiri partar av føroyska ítróttaheiminum skulu kunna gagnnýta hana.

Bókin er býtt upp í fýra høvuðspartar. Fyrsti og annar partur eru um anatomi og fysiologi. Teir eru ástøðiliga grundarlagið undir triðja parti, sum nágreiniliga viðger venjingarfysiologi, har dentur verður lagdur á ymsar venjingarhættir, og hvussu hesir ávirka kroppin og undir fjórða parti, sum fevnir um ymisk tema t.d. um ítrótt og heilsu, møði av arbeiði og arvalæra og kropsligt arbeiði. Triði og fjórði partur eru væl egnaðir sum evni til verkætlanararbeiði.

Ritstjórin, Pól Jespersen, sum hevur útgávuna um hendi fyri Nám, sigur, at handritið nú er komið undir land. Nær bókin kemur, fæst hann tó ikki at siga. ”Enn vantar málsliga viðgerðin og grafiska arbeiðið. Stovnurin hevur eina málsliga ábyrgd, og brúkarin hevur krav uppá eitt livandi og liðiligt mál. At javnviga ímillum hesi bæði, samstundis sum slíkt, sum vit higartil bara hava lisið um á donskum ella øðrum útlendskum máli, skal verða orðað á føroyskum, er ein stór avbjóðing,” sigur hann.

”Hetta verður ein virðismikil bók við nýggjastu vitanini um hesi evnini, tí høvundarnir hava bæði neyðugu undirvísingarroyndirnar og fakligu vitanina at skriva eina marksetandi bók,” sigur Pól at enda.  

Myndina av pinkubarninum í svimjihylinum í Eysturskúlanum hevur Gundur Mortensen tikið.

 

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo