
‘Mindblowing,’ sigur Oyvør Dam Lassen, sum er bókavørður í Námi. Hon er fyrstu ferð á bókamessu í Frankfurt, ið hon metir sum eitt slaraffenland tikið beint úr øllum ævintýrabókum.
‘Tað heilt serliga er at síggja alt, sum hevur við bøkur at gera á einum stað. Ikki minst at møta rithøvundum og forløgum, sum eg dagliga samstarvi við,’ sigur Oyvør. ‘Her eru eisini prentarar, týðarar, innbindarar og nýggj tøkni sum e-bøkur og talgild leitiamboð - stutt sagt alt, ið hevur við bøkur og bókasavnsyrkið í dag at gera.
‘Beint nú var eg á einum fyrilestri, Navigating the Semantic Web, um at leita á netinum. Har lærdi eg um viðurskifti, sum eru nýggj og viðkomandi fyri allar bókavørðar og okkum í Námi, so vit kunnu gera okkara skrásetingararbeiði betri og effiktivari,’ sigur Oyvør.
‘Á bókamessuni fái eg eisini nýtt innlit í arbeiðið hjá okkara ritstjórum og hvussu arbeitt verður við bókum, bæði heima og í fremmandum londum. Sum heitið sigur, er hetta ein messa við stórum denti á sølu og marknaðarføring. Tað er serliga spennandi, tí tað er so langt frá mínum dagliga arbeiði á bókasavninum, sum er ein ókeypis tænasta til skúlaverkið,’ sigur Oyvør Dam Lassen, ið er bókavørður í Námi og avmyndað undir einum enskum sitati eftir Halldór Laxness: “Whoever doesn’t live in poetry cannot survive here on earth”.