SNAR.fo

Hjálpið Snar at skráseta tilfar

26.03.2009
Nú kunnu allir lærarar hjálpa Snar at skráseta tilfar og slóðir. Á hendan hátt vónar ritstjórnin at fáa nógv og gott tilfar og slóðir sendandi frá lærarum. Ein nágreinilig vegleiðing er knýtt at hesari grein.

Nágreiniliga vegleiðing:

Her ber til at taka niður eina nágreiniliga vegleiðing um, hvussu tú sendir tilfar til Snar.

Lærarar hava til allar tíðir gjørt nógv og gott undirvísingartilfar, sum hevur verið brúkt í egnari undirvísing. Fleiri meira og minni miseydnaðar royndir hava verið gjørdar at savna tilfar frá lærarum, og nú ger Snar enn eina roynd.

Allir lærarar eru skrásettir brúkarar á Snar og kunnu rættiliga einfalt at senda Snar tilfar. Í stuttum er hetta mannagongdin:

1. Logga á Snar

2. Far inn á “Legg tilfar á Snar”

3. Vel, um tú vilt skráseta eina fílu ella eina slóð. Gev tilfarinum eitt sigandi heiti og skriva eina sigandi frágreiðing.

4. Send tilfarið til ritstjórnina, sum skal góðkenna tilfarið, áðrenn tað fer alment á Snar.

Nágreiniliga vegleiðing:

Her ber til at taka niður eina nágreiniliga vegleiðing um, hvussu tú sendir tilfar til Snar.

|
Atknýtt tíðindi
Trupulleikar við at logga á?
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo