
Nám X í Eysturskúlanum legði í dag uppskot fram á Ungdómstingi um at broyta løgtingslógina um fólkaskúlan soleiðis, at lærugreinin “Kristnikunnleiki” broytir heiti í framhaldsdeildini til “Religión”. Í grundgeving síni siga tey millum annað, at tey ungu skulu fáa eina breiðari vitan um moral og etikk, soleiðis at næmingurin ikki bert veit, hvat kristindómur er, men eisini veit, hvørjir allir hinir átrúnaðirnir í heiminum eru, og hvat teir snúgva seg um. Hetta eru teir búnir til í áttanda flokki, siga næmingarnir í Nám X.
Men í nýggju kristnibókunum hjá Námi læra børn etikk longu frá fyrsta flokki og aðrar átrúnaðir longu frá triðja flokki. Bøkurnar hjá Námi eru í samsvari við nýggju námsætlanirnar, sum komu í gildi í 2011. Har er heitið “Kristnikunnleiki” broytt til “Kristnikunnleiki og átrúnaður”, og endamálið við lærugreinini er broytt frá at “stuðla næmingum í einum kristnum og siðalagsligum lívi” til, at “næmingurin fær kunnleika um kristna trúgv ... og um annan átrúnað og lívsfatan, sum næmingarnir møta bæði í egnum umhvørvi og altjóða høpi.”
Nám hevur higartil givið út bókaheildir til 1., 2., 4. og 7. flokk, og í ár koma bøkur til 3., 5. og 8. flokk. Allar bøkurnar leggja sum sagt stóran dent á etiskar spurningar, og aðrir átrúnaðir enn tann kristni eru eisini við.
Kristnibøkurnar til fyrsta og annan flokk eita “Vinir mínir og eg” og viðgera - umframt nakrar av gunnleggjandi søgunum í kristindóminum - evni sum vinabond, happing, umhvørvi, djóravernd, matmentan og boð og forboð. Í triðja flokki møta næmingarnir børnum við øðrum átrúnaðum, sum á hvør sínari síðu greiða frá, hvat tey trúgva.
Bøkurnar til miðdeild eru á sama hátt ein blandingur av kristindómi, etikki og ymiskum átrúnaðum og lívsáskoðanum. Trúarfrælsi og mannarættindi verða viðgjørd í bókini til fimta flokk, sum kemur út til komandi skúlaár, og átrúnaðirnir islam, jødadómur, hinduisma og buddisma verða viðgjørdir í kapitlum um høgtíðir og gyltu regluna, sum flestu átrúnaðir hava í felag.
Og í sjeynda flokki byrjar ein gjøllari gjøgnumgond av ymiskum átrúnaðum. Bókin til sjeynda flokk viðger jødadóm, islam og kristindóm. Bókin til áttanda flokk, sum kemur út í vár, viðger - umframt kristindóm og ymiskar etiskar spurningar - hinduismu og norrøna gudalæru, og bókin til níggjunda flokk skal eftir ætlan millum annað viðgera buddismu og nakrar av teimum smærri religiónunum.
Mynd: Paulina Andreasen og Charlotta Thorsteinsson, rithøvundar og Gunvá Magnussen, ristjóri, gera kristnibøkurnar til 7., 8. og 9. flokk. Bókaheildin til sjeynda flokk kom út í fjør, og bókaheildin til áttanda kemur til skúlaársbyrjan í ár.