
Hugsa vit okkum at koyra ljóðini í ein buss, so er lætt at hugsa sær at nøkur sita fremst og onnur aftast. Ljóðbussurin skal vísa, hvar í munninum, tey ymisku ljóðini eru. Tey ljóðini, sum sita fremst í bussinum, leggja vit fremst í munnin.
Bussurin er í fýra litum, sum umboða varrar, framtungu, miðtungu og baktungu. Til dømis verða b og v myndað við varrunum, n við framtunguni og k við baktunguni. Sjálvljóðini eru sett í ‘ferðstrípur’ eftir, hvar í munninum tey verða myndað. Ð sæst ikki, tí vit kunnu ikki siga, hvar í munninum tað verður myndað, uttan vit vita, hvørjum øðrum ljóðum tað stendur saman við. Tí hava vit koyrt Ð í viðførisrúmið.
Ljóðbussurin hoyrir til útgávuheildina Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta.
Les meir um plakatina við Ljóðbussinum.