
- Tað er alla æru vert, at ST ger vart við ein altjóða móðurmálsdag. ST roynir eisini at varðveita tað málsliga margfeldið, sum er í heiminum í dag. Tað sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku málnevndini og lektari á Fróðskaparsetrinum, við heimasíðuna hjá Námi dagin fyri altjóða móðurmálsdagin.
- Men mínar royndir eru, at altjóða móðurmálsdagurin ikki hevur tann stóra týdningin, tí at fólk heilt einfalt ikki vita av, at hann er til. Vit kunnu sjálvandi halda altjóða móðurmálsldagin, men latið okkum harumframt fáa okkara egna móðurmálsdag, sigur Jógvan í Lon og vísur á, at Málnevndin longu hevur skotið upp fyri Mentamálaráðnum, at okkara egni móðurmálsdagur kann verða hildin føðingardagin hjá Hammershaimb tann 25. mars.
- Vit vóna, at Mentamálaráðið fer at gera ein slíkan móðurmálsdag, tí tað er ikki ov nógv gjørt, um vit seta ein dag av um árið, har vit skifta orð um føroyskt og um støðuna hjá føroyskum í føroyska samfelagnum, sigur formaðurin í Føroysku málnevndini, sum er málrøktar- og málverndarstovnur, ið skal geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál.
Nám er ein av stovnunum, ið samstarva við Málnevndina.
- Okkara uppgáva er at gera undirvísingartilfar á móðurmálinum til føroyska skúlaverkið, men eisini at lofta tí kjaki, sum er úti í heimi tá um ræður royndir, tey har hava í móðurmálsundirvísing, sigur Magnus Tausen og vísir á, at evnið, sum ST stovnurin UNESCO hevur ásett í ár, er júst hetta at fáa øll við á einum altjóða palli sama dag.
- Okkara nýggju námsætlanir staðfesta fýra støðisførleikar, sum eru galdandi fyri allar lærugreinir. Tveir av hesum førleikum eru at samskifta og at virða. Vit eiga at seta okkum fyri, at vit við okkara móðurmáli kunnu samskifta um øll viðurskifti grundað á virðing fyri rættinum hjá okkara egna móðurmáli og virðing og rættinum hjá øllum øðrum málum. Tí eiga vit framyvir at geva okkara íkast til tiltakið hjá ST. Men tað forðar ikki fyri, at vit eisini hava ein egnan føroyskan Móðurmálsdag, sum í innihaldi kann fara egnar vegir, sum vit áseta, sigur stjórin í Námi.
Á undirvísingarportalinum Snar hevur Nám gjørt temasíðu um Hammershaimb og móðurmálið, sum øll heimsins lond hátíðarhalda á tólvta sinni í morgin, týsdag 21. februar 2012 í teirra londum og á teirra málum. Yvirskipaða evnið úti í heimi er í ár “móðurmálslæran og hvussu vit fáa øll við”.
Tað var eftir tilmæli frá Føroysku málnevndini, at Mentamálaráðið í 2010 ætlaði, at 25. mars skuldi vera føroyskur Móðurmálsdagur, og at ein Málrøktaravirðisløn kundi verða latin henda dag.
- Ein av uppgávunum hjá einum komandi Málráði er at skipa fyri tiltøkum í sambandi við henda dagin. Talan kann vera um ymisk tiltøk knýtt at móðurmálinum, sigur Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum. Hann leggur aftrat, at tað er at fegnast um, at Nám og Málnevndin nú taka spurningin um móðurmálsdagin uppaftur, tí í veruleikanum átti hvør dagur at verið móðurmálsdagur.
Á myndini sæst Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku málnevndini, við fyrsta bindi av Bókmentasøguni, sum Nám gav út í fjør summar.