
Við einum netbornum skriviblokki ber til, hvør í sínum lagi, á sínum staði og við síni teldu, teldili ella smartphone, at skriva, viðmerkja ella rætta skjalið. Hvør einstakur velur sín egna lit, so tað sæst, hvør hevur skrivað hvat. Í hesum netborna skriviblokkinum sært tú eisini søgutráðin, ið vísir, hvussu teksturin hevur ment/broytt seg. Teksturin kann lætt flytast í ta vanligu tekstviðgerðina, sum vit brúka. Netborni skriviblokkurin kann latast øðrum umvegis slóð, ið kann sendast við telduposti ella sms.
Her eru slóðir til tveir ókeypis netbornar skriviblokkar
Lagt út: Heini Nygaard, ráðgevi á Nám