
Tíðindaskriv 10. mai. 2011
Tað glitrar og skínur er fitt, litrík bók til tey yngstu. Í bókini eru myndir av lutum, sum barnið kennir aftur frá sínum gerandisdegi: lastbilur, máni og gummlistivlar. Umframt sera litríkar myndir, kennast tær allar ymiskar. Krokodillan er ruflut, stivlarnir bleytir og jarðberið prikut. Hóast tað bert er ein mynd á hvørjari síðu, eru slíkar bøkur sera týdningarmiklar, tá hugsað verður um menningina hjá barninum. Umframt at barnið lærir orð og hugtøk, lærir barnið, hvussu ymsu litirnir kennast. Teir bjørtu litirnir og alt, sum er at netra við í bókini, fara at hugtaka børn. Bókin er sniðgivin soleiðis, at hon mennir sansa- og litfatan.
Bókin er úr hørðum pappi og er 12 bls. Marna Jacobsen týddi.
Í fjør komu peikibøkur um Mumi til tey yngstu, eins og skúlabørnini fingu klassisku mumisøgurnar á føroyskum. Í ár eru tað tey 2-3 ára gomlu, ið fáa bøkur um Mumi. Talan er um tvær heilt ymiskar mumibøkur.
Onnur bókin: Mumi –Krógva og blunda er ein herlig bók um Mumitrøllið í vøkrum litríkum myndum.
Mumitrøllið og lítla Mý spæla krógva og blunda. Mumitrøllið blundar, og lítla Mý krógvar seg. Men hvar er hon? Krógvar hon seg í tjaldinum? Undir borðinum? Aftan fyri tíðindablaðið? Barnið sleppur at hjálpa Mumitrøllinum at lyfta lúkunum og leita eftir lítlu Mý.
Hin bókin er: Mumi -Summarbókin við klistrimerkjum
Nógv er at gera í Mumidali. Tú kanst svimja í sjónum og fáa tær at eta á sandinum. Hetta er ein øðrvísi bók við meiri enn 100 klistrimerkjum, sum barnið kann seta í tey tómu plássini á hvørjari síðu.
Marna Jacobsen týddi báðar bøkurnar
Hvat er ein familja? Fyri fáum árum síðani var ein familja ein mamma, ein pápi og tvey, trý børn. Men hesi seinastu árini er familjumynstrið broytt kring allan heim. Familjurnar eru sum ælabogans litir - sera fjølbroyttar: tær eru ymiskt samansettar, og tað er ymiskt, hvussu persónarnir í einstøku familjunum eru saman. Í bókini fara vit at vitja nógvar familjur; vit fara við teimum út at ferðast, til arbeiðis, í skúla og fáa eitt sindur at vita um kelidýr, kenslur, familjutræ – og nógv annað...
Bókin hevur sum so einki aldursmark. Øll – eisini ella serliga - vit vaksnu kunnu læra nógv av bókini. Serliga hetta at rúma øðrum, sum eru øðrvísi enn vit. Bókin letur nevniliga upp fyri einum kjaki um, at hóast øll eru ymisk, hava vit somu rættindi at vera her. Mary Hoffmann skrivaði, Ros Asquith myndprýddi og Gunnleyg M. Arge týddi. Bókin er 36 bls.
Bøkurnar um Proktor doktara kunnu samanberast við bøkurnar um Herviliga Henry? Tann sami stuttligi tráðurin, sum er í bókunum um Herviliga Henry, er eisini í bókunum um Proktor doktara. Tíðarbaðikarið hjá Proktori doktara er onnur bókin í røðini. Fyrra bókin, Prumpipulvurið hjá Proktori doktara, kom út í 2008.
Tað, sum eyðkennir bøkurnar, er, at tær eru stuttligar og spennandi. Børn og vaksin sita í skellilátri, tá tey lesa bókina, tí Ata, Boksi og Proktor gera tey undarligastu tingini.
Í hesi bókini fer Proktor at hitta gomlu kjerligheitina, sum er í París. Men stutt eftir at hann er farin, fáa Ata og Boksi eitt postkort frá honum, sum er skrivað á dulmáli. Proktor er í vanda, og Ata og Boksi gera skjótt av at fara at hjálpa honum. Og nú byrjar ævintýrið av álvara. Ata og Boksi ferðast í tíðarbaðikarinum, sum Proktor hevur uppfunnið, til París og til Napoleon í Waterloo - alt fyri at bjarga lívinum og kjerligheitini. Men tað eru ikki øll, sum ynskja, at Proktor skal liva lukkuliga allar sínar dagar.
Tað er kendi krimihøvundurin, Jo Nesbø, sum við bókunum um Proktor doktara roynir seg sum barnabókahøvund, og tað er hepnast sera væl. Bøkurnar um Proktor hava vunnið fleiri virðislønir, umframt at Tíðarbaðikarið hjá Proktori doktara var metsølubók í Noregi í 2008. Prumpipulvurið hjá Proktori doktara var somuleiðis metsølubók í Noregi í 2007. Tann triðja bókin í røðini hevur júst vunnið: Norwegian Critics’ Prize for Literature fyri ‘Best Children’s Book of the Year”. Bergur Rasmussen týddi. Bókin er 338 bls. og innbundin.
Bei Bei Nowhere! Nú stingur Riina av til Stokhólm. Tað kemur ikki upp á tal, at hon verður eftir í Ongastaðni. Hon má víðari. Hon skal verða til okkurt. Í Stokkhólmi er vakri Álvur, ið hevur sítt egna orkestur, Camera Clara, sum veit tað mesta – og gátuføra Sofía, sum eingin veit sannleikan um.
Hetta er ein spennandi og sálarfrøðilig ungdómsskaldsøga um ektaðan kærleika og sonn og følsk vinaløg. Um deyðar mammur og livandi pápar. Um tann tú er nú, og tann tú vart áðrenn – um tú nú veitst, hvør tú ert. Riiana veit tað so ikki. Men hon ætlar at fáa greiðu á tí.
Eg síggi meg sjáva í einum stolnum spegli er sjálvstøðugt framhald av bókini Sangur til ein firvald.
Maria Kuchen er rithøvundur við serligum áhuga fyri ungdómi, andaligum spurningum og vísindi. Hon hevur eisini skrivað bæði yrkingar, skaldsøgur og yrkisbøkur fyri vaksin. Juli Fagerland týddi. Bókin er 164 bls. og heft við klaffum.