
Nú er eitt gylt høvi at byrjað komandi skúlaárið hjá 1. - 4 . flokki við spennandi, vælspældum sjónleiki , sum er við til at seta hugflogi í hásæti. Dugnaligir sjónleikarar á Tjóðpalli Føroya hava evnað ein spennandi og stuttligan leik úr ævintýrinum um “Snata”, og frumsýningin verður í august. Leikurin verður síðani spældur fyri skúlum í viku 34, 35, 36 og 37.
“Snati” er eitt av gomlu, klassisku ævintýrunum, og snýr seg í stuttum um ein drong sum, nú hann er um at verða vaksin, fer sína ferð út í verðina, har hann hittir ymsikar løgnar verur og skal gjøgnumføra ymiskar royndir fyri at fáa prinsessuna – sum hann so sjálvandi fær tá søgan endar.
Tveir leikarar, Gunnvá Zachariasen og Barbara Christophersen spæla allar 9 leiklutirnar: vit hitta Maud og Feliciu, Drongin, Mammuna, Pápan, Risan, Snata, Kong, Kolmeistaran....og í leiklutinum sum prinsessan hitta vit : Sjálva prinsessuna!
Pallmyndin er einføld og stuttlig: Ein kista sum verður brúkt og broytt á snildisligan hátt – t.d. broytist hon til eitt dukkuleikhús mitt í leikinum, við sera flottum dukkum, sum Marjun Jóanesardóttir hevur hondseymað.
Pallmynd: Mikkjal Galan, í samráð við leikarar og leikstjóra.
Búnar: Sonja Design í samráð við leikarar og leikstjóra.
Leikstjórnað hevur Súsanna Tórgarð.
Sum onnur ævintýr er eisini hetta fullt av lívsvísdómi, sum kanska ikki er líka sjónligur og “pædagogiskur” sum í nýmótans søgum, men so sanniliga líka viðkomandi og brúkiligur eisini í dag .
Ævintýrið stendur í bókini Føroysk Ævintýr, ið eisini hevur arbeiðshefti við.
Spurningarnir til Snata í arbeiðsheftinum snúgva seg um ymisk viðurskifti, sum koma fyri í ævintýrinum, t.d. um at hjálpa og onnur viðurskifti, sum øll børn kenna aftur.
Møguleikarnir til arbeiði í undirvísingini eru nógvir:
Lesa ævintýrið og tosa um tað áðrenn tit síggja leikin.....og aftaná, kanska kjakast um hvussu leikurin var í mun til at lesa ævintýrið.
Eisini ber til at gera orðaspøl til ævintýrið, tekningar, skriva onkra søgu út frá Snata ella onkra aðra søgu, yrkingar, bræv um líknandi evni.
Finna myndir ið kunnu vísa til ævintýrið.
Tekna myndir sjálvi, út frá ævintýrinum.
Eisini vilja vit á Tjóðpallinum fegin hoyra aftur frá børnunum, søgur, viðmerkingar til leikin ella tekningar.
Tilmelding innan 1. juli á: Frida.Midjord@(if you can see this please update your browser)tjodpallur.fo
Skúli:
Kontaktpersón:
Telefonnummar:
Hvussu nógvir næmingar:
Um ein vikudagur er bestur: