SNAR.fo

Kommunurnar og MMR eiga Snar

19.03.2009
Í 2006 skrivaðu Mentamálaráðið og kommunufelagsskapirnir undir samstarvsavtalu at menna ein føroyskan undirvísingarportal, sum varð latin Føroya Skúlabókagrunni at menna og reka.
Við í verkætlanarbólkinum hava eisini verið umboð fyri Landsmiðstøðina, KT-depilin og Fróðskaparsetrið.

Tann 23. oktober  í 2006 gjørdu Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag øðrumegin og Mentamálaráðið  hinumegin samstarvsavtalu um at menna ein føroyskan undirvísingarportal.

Sambært samstarvsavtaluni útvega kommunurnar í kommunufelagskapunum  og Mentamálaráðið fígging til undirvísingarportalin, sum Føroya Skúlabókagrunnur skal  menna og reka.

Á Føroya Skúlabókagrunnur er eitt portaltoymi ella ritstjórn sett at menna og umsita Snar. Leiðari í ritstjórnini er Wenche Andreassen og hini eru Gundur Mortensen, Sigfríður Abrahamsen og Rói Joensen, ritstjórar á Skúlabókagrunninum og Heini Nygaard, lærugreinaráðgevi á Landsmiðstøðini.

Undir arbeiðinum at menna Snar hevur ein verkætlanarbólkur verður knýttur at arbeiðinum. Í hesum verkætlanarbólkinum hava umframt omanfyrinevndu verið, Petur Zachariassen, lektari á Fróskaparsetrinum,  Hans Olivur Joensen frá KT-depilinum og Høgni av Skarði, uttanhýsis ráðgevi og lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.

Eisini hevur ein tilvísingarbólkur fylgt arbeiðinum at menna Snar. Í hesum bólki hava verið ymisk fólk úr skúlaverkinum. Hesin heldur fram, nú Snar er tikin í brúk.

Eftir drúgva fyrireikingartíð fór danska fyritøkan Typo Consult undir at forrita síðuna beint eftir ólavsøku í fjør. Samskift varð við Typo Consult umvegis teldupost og telefon, og einaferð um vikuna var telefonfundur, har portaltoymið fylgdi við umvegis telduskíggjan, meðan forritararnir greiddu frá arbeiðinum.

Beint fyri jól varð Snar latin Skúlabókagrunninum, og samstundis vóru fólk frá Typo Consult í Føroyum og haldu skeið um, hvussu skipanin aftanfyri Snar skal brúkast.

Síðan hevur verið arbeitt við at leggja tilfar á Snar og við at seta tær einstøku síðurnar upp, og í dag hósdagin 19. mars varð Føroyski undirvísingarportalurin, Snar, tikin alment í brúk, tá ið Helena Dam á Neystabø, sum tann fyrsta fór inn á snar.fo.

Rói Joensen

|
Atknýtt tíðindi
Vælkomin á SnarEin smidlig heimasíðaLærarar kunnu logga á SnarHentleikar á SnarNýggj evni í alfrøðini
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo