SNAR.fo

Skýming í skúlanum

13.02.2012
Nám ger sáttmála um virðisløntan film.

Nú verður enn ein nýggjur føroyskur filmur tøkur til undirvísing. Nám hevur gjørt sáttmála við Anton Petersen um filmin “Skýming”, sum í gjár fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.

Sáttmálin ásetur, at Nám kann leggja filmin á undirvísingarportalin Snar, so allir skúlar í landinum kunnu síggja hann. Eisini fara uppgávur at verða gjørdar, so filmurin kann brúkast í framhaldsdeild fólkaskúlans og á miðnami.

Nám hevur á sama hátt keypt rættindini til at vísa filmin “Passasjeren” í skúlunum og gjørt uppgávur til filmin.

Í januar skipaði Nám fyri skeiði at brúka stuttfilm í undirvísingini. Tá segði skeiðslærarin, Jan Berg Jørgensen, at lærarar kring landið sóknast stórliga eftir at fáa føroysku stuttfilmarnar tøkar til undirvísingina.

- Hepnast henda ætlan væl, so verður hildið fram at skapa eitt savn av føroyskum stuttfilmum til undirvísing, sum er opið fyri allar skúlar í landinum at brúka, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi.

Á hátíðarhaldinum í gjár, tá gávugóðs varð latið Antoni Petersen fyri filmin “Skýming”, bar formaðurin í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, fram hesa grundgeving:

“Skýming er ein stutt søga um ein mann, ið leitar eftir sær sjálvum. Ítøkiligi karmurin er eitt parlag á okkara døgum í Havn við Nólsoynni í baksýni. Anton hevur við hesum filmi sett sær stórar avbjóðingar, sum eisini hava staðið við í langa tíð. Umframt søgugongdina, har mannligi høvuðsleikarin leitar millum barndóm og manndóm, kunnu vit eisini siga, at Anton sum leikstjóri leggur lunnar undir ein sermerktan stíl og máta at bera fram film úr okkara veruleika og náttúru. Umframt tilknýtið til barndómin, ofta lýst við tølandi minnismyndum, tykist Anton í hesum filmi serliga at dvølja við sambandið við náttúruna. Í hesum evnisvali skapar Anton eitt huglag, har vit mitt í tí triviella undrast um skapanarverkið. Anton sýnir eitt myndamál, ið er serstakliga egið og sjálvrannsakandi. Hetta síggja vit serliga í uppafturtiknum nærmyndum av høvuðsleikaranum. Sjáldsomu nærmyndirnar fata vit sum rannsakandi og náðileyst gjøgnumlýsandi sjálvsmyndir av einum leitandi leikstjóra. Leitanin vitnar um strong krøv til sín sjálvs, og krøvini verða sett úr øllum filmiskum vinklum. Uppi við hesum sjáldsama myndamáli hóma vit afturljóð frá stóru filmsmeistarunum, eitt nú Andrej Tarkovsky, sum ung filmslistarfólk her á landi eru farin at skifta orð um. Henda tilvitska um film sum miðil er sjáldsom og so mikið meir verd at stuðla.”

Namsætlanir fyri film í fólkaskúla og á miðnámi eru orðaðar her: http://www.namsaetlanir.net/

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo