SNAR.fo

Snar fluttur heim til Føroya

05.05.2010
Undirvísingarportalurin Snar varð í gjárkvøldi fluttur á servara her heima í Føroyum. Higartil hevur Snar ligið á servara í Danmark, og tann loysnin hevur ikki verið nøktandi. Tað skuldi nú verið munandi skjótari at ferðast runt á Snar.

Søgan er tann, at Snar frá fyrsta degi hevur ligið á einum fyribils servara í Danmark. Á hesum servara hava ligið 300 aðrar heimasíður, og tað hevur gjørt, at Snar til tíðir hevur arbeitt ógvuliga seint.

Nú Snar er komin á servara heima í Føroyum. Hesin servari hýsir bara Snar, so ferðin eigur at gerast munandi størri nú.

Vit ynskja Snar vælkomnum heim

Skrivað: Rói Joensen

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo