
Nú pisur verða floygdar og dyr lata seg upp, verða gamlar bøkur latnar aftur og nýggjar lagdar fram.
Í ár er høvi at geva næminginum, studentinum, kennaranum, føraranum og meistaranum ta gávu, sum øll vilja eiga, og sum mentamálaráðharrin alment hevur sagt, at hon leingi hevur bíðað eftir.
Tað er Føroysk bókmentasøga 1 eftir Maluni Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir.
Mánadagin 20. juni signera høvundarnir ársins studentagávu í H. N. Jacobsens bókahandli, kl. 15:30-16:30 og í Rit & Ráki sama dag, kl. 17:00-18:00.
Missið ikki høvið at geva studentinum hesa tíðarbæru heilsan sama árið, prógvið kom í hús, tveytúsundogellivu.
Hon sæst aftur í hvørjum balli og kann lyfta hvørjari røðu.