SNAR.fo

Stuttfilmur til skúlabrúks

06.05.2011
Nú verður høvið at síggja føroyskan stuttfilm í skúlanum. Nám hevur keypt rættindini at brúka filmin ‘Passasjeren’ hjá Sakaris Stórá í undirvísing á miðnámi og í elstu flokkum fólkaskúlans.

Uppgávur og sjálvur filmurin, sum varar 9 minuttir, síggjast á serligu filmssíðuni á Snar. Hepnast ætlanin væl, so verður hetta hin fyrsti av fleiri føroyskum stuttfilmum til skúlabrúks.

Birgir Kruse hevur gjørt uppgávur til stuttfilmin, sum Sakaris gjørdi á norskum filmskúla. Eisini er ein samrøða við leikstjóran, ið greiðir frá um tema í filminum, sum vann virðisløn á altjóða filmstevnu í Reykjavík í fjør.

Í uppgávunum verður nomið við almenn frásøgusnildi í filmi og víst verður til spælifilmar, har somu viðurskifti kunnu eygleiðast og viðgerast nærri.

Á filmsíðuni ber eisini til at lesa í ávegis handritum, sum leikstjórin hevur skrivað á norska skúlanum. Á henda hátt fáa vit innlit í hvussu evnið búnast og skiftir til endaliga filmin, sum nú kann brúkast í skúlanum.

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo