
- Tá ið tú lesur eina bók í skúlanum, er tað púra natúrligt at tulka hana. Men soleiðis er ikki við filmi. Vit hyggja kanska eftir 10 filmum, og teir fara bara afturvið borðinum, uttan at tulking ella eftirmeting verður gjørd. Men filmur eigur at verða nýttur aktivt og ikki sum eitt slag av pausu í undirvísingini. Hetta sigur Jón Kragesteen, lærari í Kommunuskúlanum í Havn, sum týsdagin var á skeiði hjá Námi um at brúka stuttfilm í undirvísingini.
Lærari á skeiðinum hjá Námi var Jan Berg Jørgensen (myndin) og luttakarar vóru úr miðnámi og framhaldsdeild í fólkaskúlanum.
Í kaffisteðginum fingu vit orð á fleiri, ið fegnaðust um føroyska tilfarið hjá Námi um filmsgreining. Tilfarið er tengt at filminum hjá Sakarisi Stórá, men kann brúkast til allar filmar.
- Vit arbeiddu út frá hesum leistinum við sjey stigum í filmsgreining, segði Gyðja Didriksen, sum er lærari í Vestmanna skúla. Hon brúkar film í donskum og enskum í 9. flokki og í verkætlanararbeiði.
Filmurin hjá Sakarisi Stórá er fyrsta roynd hjá Námi at fáa stuttfilm inn um skúlagátt.
- Skeiðsluttakararnir sóknast stórliga eftir at fáa føroysku stuttfilmarnar tøkar sum skipað tilfar, so her er ein nýggj uppgáva hjá Námi, segði Jan Berg Jørgensen eftir skeiði.
- Nám hevur gjørt avtalu við Anton Petersen at keypa filmin ”Skýming” til skúlabrúks. Í fjør varð filmurin ”Passasjeren” á sama hátt keyptur frá Sakarisi Stóra, og uppgávur vórðu gjørdar til skúlabrúks. Hepnast henda ætlan væl, so verður hildið fram at skapa eitt savn av føroyskum stuttfilmum, sum er opið fyri allar skúlar í landinum at brúka, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi.
Namsætlanir eru orðaðar fyri film í fólkaskúla undir heitinum “fjølmiðlar” og á miðnámi undir heitinum “miðlakunnleiki”. Námsætlaninar fyri film síggjast her.