
Íbúðin á Frælsinum 24 surrar av lívi í hesum døgum. Millum bunkar av kliptum kovboybuksum, vøkrum blondum og litríkum toystykkjum sita níggju handarbeiðslærararinnur og klippa, seyma og finna uppá. Tær sita ógvuliga hugsavnaðar, men samstundis gongur prátið listiliga.
Lærari á skeiðinum er Noomi í Dali, læraraskúlalærari í handaverki og list. Hetta er fyrstu ferð, at hon hevur skeið fyri Nám í at endurskapa, og áhugin fyri skeiðinum hevur verið stórur. Upprunaliga var bara eitt skeið sett á skrá, men av tí at so nógv teknaðu seg, endaði tað við tveimum skeiðum. Tað fyrra er hesa vikuna, og tað seinna verður í komandi viku.
Á skeiðinum hava luttakararnir arbeitt við re-design, tvs. skapan burturúr tilfari, sum áður hevur verið nýtt til annað. Tær gera klædnapløgg, taskur og prýði burtur úr toyið, sum onnur kanska høvdu blakað burtur. Endamálið við skeiðinum er at síggja møguleikar í tilfari, at duga at fáa burturúr og at tora at skapa uttan frammanundan at vita, hvussu úrslitið verður.
Málbólkurin er lærarar, sum undirvísa í handaverki og list ella handarbeiði á breyt, og í seinasta enda er ætlanin sjálvandi, at skeiðsluttakararnir fara heim við nýggjum íblástri frá Noomi í Dali og frá hvørjari aðrari. Íblástur, sum kemur næmingum kring landið til góða.
Mynd: Guðrun Jacobsen klippir blondur til spennandi nýggja samanseting. Guðrun undirvísir í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.