
Talgildu miðlarnir fylla alt meira í føroysku skúlastovunum og í dagligu undirvísingini, men nógvur kritikkur hevur verið at hoyrt um, at soleiðis er ikki við próvtøkunum. Víst hevur í hesum sambandi verið á, hvussu týdningarmikið tað er, at próvtøka og dagliga undirvísingin eru sambærilig.
Til próvtøkurnar á miðnámi varð í summar gjørd ein roynd at fáa nakrar av skrivligu próvtøkunum meira talgildar. Til dømis var ein sjónvarpslýsing, sum næmingarnir fingu á geyma, próvtøkutekstur í føroyskum á vinnuskúlunum.
Í flestu av lærugreinunum á miðnámi vóru avrikini latin inn talgilt sum pdf fílur. Fílurnar vóru lagdar á stevnur í FirstClass skipanini, soleiðis at teir próvdómarar, sum Próvstovan hevði tilnevnt til einstaka flokkin, høvdu atgongd til avrikini, beint sum próvtøkan var liðug.
Próvdómarar tóku sum heild væl undir við hesum nýggja leisti. Serliga dámdi teimum væl at fáa avrikini so skjótt og at sleppa frá at senda hesi sínámillum við posti. Onkur helt tað tó vera strævið at lesa og meta um avrikini á skermi heldur enn á pappíri sum fyrr.
Claus Reistrup á Próvstovuni í Mentamálaráðnum sigur við Nám, at arbeitt verður víðari við talgildingini av skrivligu próvtøkunum á miðnámi komandi summar. Í teimum lærugreinum, har tað ber til, vera avrikini latin inn talgilt og latin próvdómarum tann vegin. Og í lærugreinini føroyskt á A-stigi í øllum miðnámsskúlunum verður talgildur tekstur eisini millum próvtøkuuppgávurnar. Í summum førum fáa næmingarnir próvtøkuuppgávurnar í talgildum sniði, men allar próvtøkuuppgávur á sumri 2012 verða tó framvegis eisini prentaðar á pappír.