
Savnslærarin fer í stuttum at greiða frá standmyndunum á og uttan fyri savnið. Síðan fáa næmingarnir høvi til at tekna eina standmynd í stuttum teknivenjingum. Dentur verður lagdur á, at næmingurin skal tekna tað, hann sær, soleiðis sum hann sær tað, og ikki tað, sum hann heldur seg síggja.
Teknað verður á karduspappír í A3 stødd við Caran d´Ache vokskriti. Savnið hevur eitt flokssett av tekniplátum í hóskandi stødd sum undirlag undir pappírinum, tá teknað verður.
Fyri hvønn flokkin tekur hetta umleið ein klokkutíma.
Mint verður á tekni- og filmskappingina fyri børn og ung, sum Savnsfagnaður 2010 hevur útskrivað. Á Savnsfagnaðarsíðuni her á SNAR ber til at lesa meira um søvnini og kappingarnar. Freistin at lata tilfar inn er 30. september.
Lagt út: Wenche Andreassen, ritstjóri