
Kanningar vísa, at tey ungu hava lættari við at góðtaka harðskap í ástarsambandinum. At tosa um slíkt er "tabu", t.v.s. at slíkt er óhóskandi at práta um. Av somu orsøk hava ung trupult við at fáa hjálp og stuðul í slíkum viðuskiftum.
Undirvísingartilfarið er ein danskur filmur uppá 45 min. og eitt samvirkið spæl. Tað er ætlað ungum frá 7. flokki og eldri og gevur teimum innlit í kærleikans viðurskiftið og hjálpir teimum ungu at kenna síni mørk og at seta mørk.
Tilfarið kann heintast á: www.hjerteogsmerte.dk/
Les meiri á www.ditforhold.dk/
Lagt út: Heini Nygaard, ráðgevi á LMS