Í gjár mánadagin 23. mars fingu flest allir lærarar í Føroyum sendandi brúkaranavn og loyniorð at logga á Snar við.
Tað vóru tíverri ávísir trupulleikar av at fáa brúkaranøvnini og loyniorðini út við teldupostinum, og tí fingu lærarar teldupostin heldur ofta.
Nú skuldu flestu lærarar havt fingið sítt brúkaranavn og loynirorð. Men tað kunnu framvegis vera trupulleikar.
Er onkur lærari, sum framvegis ikki hevur fingið brúkaranavn og loyniorð, so ber til at fáa loynirorðið sendandi sjálvvirkandi, um tú fert inn á "Logga á síðuna" → "Gloymt loynirorðið" (beint undir "Logga á" knøttinum"). Her er týðandi at skriva FirstClass teldupostin við brúkaranavninum (t.d. rg2305i9@skulin.fo) og ikki navn.eftirnavn@(if you can see this please update your browser)skulin.fo.
Um omanfyrinevnda einki hjálpir, so ber eisini til at seta seg í samband við ritstjórnina á Snar á tlf 316100 ella teldupost snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo.
Rói Joensen, ritstjóri