Eykatilfar til frálæruna í kristnikunnleika eftir Torill Jensen og Aase Bømler Olsen er nú til taks á Snar. Tilfarið er ætlað børnum í 7-14 ára aldrinum og er ymiskt í innihaldi, sniði og torleikastigi.
Talan er í fyrstu atløgu um 15 ymiskar uppgávur.
Tilfarið fevnir m.a. um navnafløkjur, har Bíblian skal brúkast fyri at loysa uppgávuna, og uppgávur at klippa, lita og líma.
Uppgávurnar eru at finna í Tilfarsgrunninum á Kristni-síðuni.
Endamálið við tilfarinum er:
- at geva børnunum bíbliukunnleika
- at læra tey at brúka Bíbliuna
- at tey hava tað stuttligt, meðan arbeitt verður
- at lýsa evni úr gamla og nýggja testamenti
- at geva læraranum íblástur og eyka tilfar at lýsa ymisk evni við.
Sigfríður Abrahamsen