SNAR.fo

Vælkomin á Snar

19.03.2009
Snar er ein opin føroyskur undirvísingarportalur, sum er ætlaður at tæna øllum, sum onkursvegna eru knýtt at føroyska skúla- og undirvísingarverkinum.
Í hesari fyrstu útgávu av Snari er serliga lagdur dentur á at gera tilfar lætt atkomuligt hjá lærarum, næmingum, foreldrum og føroyingum heima og uttanlands.

Føroyar hava nú fingið sín undirvísingarportal, Snar, og við hesum er vónandi settur skjøtil á ein nýggjan part av Føroya Skúlasøgu.

Fyri tíggju árum síðan var skúlasøga skrivað, tá ið KT-depilin gav skúlaverkinum First Class skipanina, og kann ikki sigast annað enn, at væl varð tikið móti tá nýggja heiminum, sum opnaði seg fyri lærarum í føroyska skúlaverkinum.

First Class hevur riggað sera væl øll hesi árini og ger tað framvegis. Tað er valla lærari, sum ikki brúkar First Class hvønn tann einasta arbeiðsdag.

Nú er Snar so her. Men Snar er als ikki ætlaður, sum nakar avloysari hjá First Class, sum fyrst og fremst hevur verið brúkt at samskifta við.

Heldur gevur Snar nakrar nýggjar møguleikar, og í fyrsta umfarið er serligur dentur lagdur á at gera undirvísingartilfar av alskyns slagi lætt atkomuligt hjá øllum, sum eru áhugaði í tí.

Bygnaðurin er gjørdur soleiðis, at alt tilfar er flokkað, so at tað skuldi verið lætt at funnið aftur hjá brúkaranum, og ein sokallað indexerað leitiskipan er eisini partur av Snari.

Við tilfar verður meint so at siga alt slag av undirvísingartilfari. At byrja við er tað mesta siðbundið tilfar, sum kann skrivast út ella lesast á skíggjanum. Men við tíðini skuldi samvirkið tilfar helst gjørst ein alsamt størri partur av Snari.

Longu at byrja við er eitt sindur av føroyskum samvirkni á Snari, og harafturat er ætlanin at slóða til, so samvirknar lærulutir á útlendskum heimasíðum.

Sostatt kann Snar longu frá byrjan saman við samvirknu talvunum, sum gera innrás í dagsins skúla, verða við til at gera undirvísingina meira fjøllbroytta.

 

 

 

 

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo