
Veiða vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika, alt í einum skapandi meldri. Søgan byrjar, tá stóribeiggi lesur kvæðið um Ólav Riddararós, sum skal út á heiðina at veiða villini hind. Lítlibeiggi misskilir, men fær íblástur til at fara út at veiða vind. Systirin fer aftaná, og so fær hugflogið fríar ræsur...
Tónaskaldið fær íblástur frá kvæðalagnum og skapar eitt frálíkt tónleikaverk, sum uttan iva fer at hugtaka bæði børn og vaksin.
Myndabókin Veiða vind verður løgd alment fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin 8. mai, klokkan 15.00. Konsertir við Føroya Symfoniorkesturi verða í Norðurlandahúsinum frá 9. mai, har fleiri 3500 børn longu hava teknað seg.