
Orðabókasamstarvið við Sprotan og Orðabókagrunnin hevur givið Námi nógv fleiri vitjandi. Áðrenn orðabøkurnar vórðu ókeypis tøkar fyri øll skúlafólk, hevði undirvísingarportalurin, Snar, umleið 300-400 vitjandi um dagin. Nú vitja 2300 fólk portalin hvønn dag.
Samstundis sum orðabøkurnar verða nógv nýttar, vísa hagtøl hjá Sprotanum, at vit leita á donskum og enskum heldur enn føroyskum, og tá vit leita ígjøgnum okkara egna mál, eru tað tey somu fáu orðini, sum vit brúka.
Danskt-føroyska orðabókin er nógv tann mest nýtta orðabókin av teimum tíggju orðabókunum, sum eru tøkar á Snar. Umleið 700.000 leitingar hava verið í hesi orðabókini, meðan bara 100.000 leitingar hava verið í føroyskt-donsku orðabókini. Í enskum sæst sama mynstur, hóast munurin ikki er eins stórur.
Samstundis sum vit leita eftir føroyskum ígjøgnum hini málini, so vísa leitingarnar í teimum føroysku orðunum, at vit brúka bara ein brotpart av okkara orðaríkidømi. Í føroysk-ensku orðabókini eru til dømis 80.000 føroysk leitiorð, men lítið meira enn 1000 hava verið í nýtslu yvirhøvur.
Sonja Kjølbro, sum umsitur orðabøkurnar hjá Sprotanum, undrast yvir hesi tøl. “Vit grenja ofta um, at føroyska málið er so lítið, og at vit eiga ikki nóg nógv orð á føroyskum. Orðabøkurnar vísa, at málið er ómetaliga ríkt. Vit brúka bara so lítlan part av tí, og tað er spell, tí tað er ein fragd at hoyra fólk við stórum orðfeingi tosa.”