SNAR.fo

Windows-snarvegir

29.08.2010
Stýriskipanin Windows (t.d. Windows Xp, WindowsVista og Windows 7) hevur nakrar snarvegin, sum kunnu vera sera hentir at duga.
Nógvir av hesum snarvegum eru tengdir at [Ctrl], [Alt], ella "Windowsknappinum", ið allir sita niðast til vinstru. Windowsknappurin hevur eitt flagg á. (Sí mynd).

Við t.d. at halda windowsknappin niðri og samstundis trýsta knøttin [d] verða allir gluggarnir á skriviborðinum lagdir niður og heldur tú á [Ctrl] og trýstir á [z] verður seinasta gerðin angra.

Her er eitt stutt yvirlit yvir fleiri snarleiðir

[Ctrl] og [a]: alt á síggjanum verður markað (markerað)
[Ctrl] og [z]: angra tað síðsta, ein gjørdi
[Ctrl] og [x]: tað markaða verður klipt (lagt á klippgoymslu)
[Ctrl] og [c]: tað markaða verður avritað (lagt á klippgoymslu)
[Ctrl] og [v]: luturin í klippgoymsluni verður settur inn

[Alt] og [Tab]: skiftir millum gluggar
[Alt] og [F4]: letur gluggan aftur og sløkkir forritið, 
er eingin gluggi opin, kemur fram gluggin til teldusløkking

Windowsknappurin og [d]: vísir skriviborðið
Windowsknappurin og [e]: tendrar Windows Explorer (Stifinder)
Windowsknappurin og [f]: opnar leitigluggan
Windowsknappurin og [Pause]: vísir teldueginleikarnar / stýriskipanina

Windowsknappurin og [L]: læsir telduna uttan at brúka [Ctrl]+[Alt]+[Delete]
[Ctrl]+[Skift]+[Esc]: vísir "Windows Jobliste"

Í internet kaganum (Internet Explorer, Chrome og Firefox)

[Alt] og [<-] og [Alt] og [->]: aftur og fram í vitjanum

Í Windows 7

Windowsknappurin og [Tab]: skiftir millum gluggar
Windowsknappurin og [p]: skiftir millum hættir at vísa skíggjamynd
Windowsknappurin og [+]: ella [-] vísir skriviborðið, har vísin er størri ella minni
Windowsknappurin og [Esc]: sløkkir zoomi

les meiri á http://support.microsoft.com/kb/126449/da

 

Lagt út: Heini Nygaard, lærugreinaráðgevi

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo