30. Umsíðir verður fyrsta stjørnufrástøðan roknað (í 1838)
Altjóða stjørnufrøðiár 2009
Greinarøð hjá Pól Jespersen.
Sum 19. øld líður, verða kikararnir alsamt størri. Fyrsta stjørnufrástøðan verður roknað, og granskarar fáa so við og við hilling á skapinum á Vetrarbreytini, men enn veit eingin, um breytin er alt, sum er, ella um tokublettirnir, sum eru at síggja á himmalinum, eru partar av okkara breyt ella sjálvstøðugar stjørnubreytir.