34. Vísindini læra at lesa upplýsingar í stjørnuljósinum
Altjóða stjørnufrøðiár 2009
Greinarøð hjá Pól Jespersen.
Í 1842 skrivaði franski heimspekingurin Auguste Comte, at tað fór aldri at bera til at vita evnafrøðiliga tilfarið í stjørnunum. Bara 26 ár seinni vísa onglendingurin Norman Lockyer og fransmaðurin Jules Janssen hvør í sínum lagi við spektroskopiskum royndum, at eitt ókent grundevni, helium, er í sólini.