41. Eftirglóðin frá Big-Bang verður máld í 1964
Altjóða stjørnufrøðiár 2009
Greinarøð hjá Pól Jespersen.
Í 1964 mála radiostjørnufrøðingarnir, Penzias og Wilson, kosmisku baksýnisgeislingini, sum Gamow og aðrir hava gjørt eina forsøgn um longu í 1948. Uppdagingin verður gjørd av tilvild, og Penzias og Wilson vita um hetta mundið ikki, hvussu týdningarmikil uppdagingin er, og heldur ikki, at teir við hesum hava sett eina ógvuliga sterka og avgerandi skorðu undir Big-Bang ástøðið.