42. Kosmiska baksýnisgeislingin var júst sum væntað
Altjóða stjørnufrøðiár 2009
Greinarøð hjá Pól Jespersen.
Í 1983 varð úr einum rúmdarfari fyrsta royndin gjørd at mála kosmisku baksýnisgeislingina. Slíkar kanningar hava staðfest, at geislingin neyvt fylgir einari planckrás, sum forsagnir vórðu gjørdar um í 1948. Rúmdarfør hava eisini mált tey evursmáu frábregðini í geislingarhitanum, sum við alheimsvíðkanini eru vaksin til tann alheim, sum vit nú á døgum kunnu eygleiða.